Meira til av makreli

2016-08-19 08:49 Author image
Dimma

Makrelurin stendur víða um í Norðureysturatlantshavi, meðan útbreiðslan av sild er meira avmarkað, serliga í altjóða og norskum øki.

Tað vísa tølini, sum eru sett saman frá øllum skipunum, skrivar Havstovan á sínari heimasíðu.

Makrelurin stendur heilt frá norðarlaga í Norðsjónum og norður móti Svalbard og vestur í Eysturgrønlendskan sjógv. Nøgdirnar eru tó ikki tær somu í øllum økinum, og er tað serliga í einum øki frá Norðsjónum norður um Føroyar og norður í altjóða sjógv at nógv er til. Eisini á suður- og vesturlandinum í Íslandi er nógvur makrelur, eins og á markinum millum grønlendskan og íslendskan sjógv.

Sildin stendur í einum samanhangandi belti úr landsynningi í útnyrðing. Frá norðast í Norðsjónum, eystan og norðan fyri Føroyar, í ein útnyrðing yvir móti Íslandi og í kalda sjógvin norðan fyri Ísland inn í grønlendskan sjógv. Tó er sera lítið av sild í altjóða og norskum øki.

Kanningarnar av uppsjóvarfiski, sum Tróndur í Gøtu gjørdi, vístu, at nøgdin av bæði makreli og sild var størri í ár enn í fjør. 

Les meira her

placeholder

Meira langlesnaður