Meiriluti fyri at byggja dokkhøll á Skála

Meiriluti fyri at byggja dokkhøll á Skála

2017-10-03 13:51 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Á býráðsfundi í Runavíkar kommunu, hósdagin í síðstu viku, var stórur meiriluti fyri, at broyta byggisamtyktirnar fyri Skála. Hetta fyri, at fyritøkan Mest, kann byggja ein 40 metra høga dokkhøll í bygdini. Tað upplýsir KVF.

Átta býráðslimir atkvøddu fyri, ein ímóti og ein blankt, at taka undir við tilmælunum hjá meirilutanum í Byggi- og býarskipanarnevndini, um at broyta samtyktirnar fyri Skála.

Hetta hóast at kommunan hevur fingið skriv við umleið 130 undirskriftum, ið mótmæla at broyta byggisamtyktirnar, og byggja eina so stóra høll á Skála.

Málið er nú sent til Býarskipanarnevnd Landsins, sum ger tilmæli til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í kommunumálum. Hon eigur so endaligu avgerðina um byggisamtyktina á Skála.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður