Húsameklarar forvinna milliónir í hesum døgum

2016-06-30 19:36 Author image
Sigmund Vang

Tað eru óivað fá, ið fylgja eitt sindur við í húsaprísum í Føroyum, sum ikki hava varnast, at ein ávís hækking í søluprísunum er farin fram seinnu árini. Hækkingin er størst í miðstaðarøkinum, men eisini í øðrum býum er prísurin farin nógv upp seinastu tíðina.

Húsameklarar verða løntir eftir einum ávísum prosentparti í mun til søluna. Um húsaprísirnir hækka, forvinna meklararnir meiri pening.

Hyggja vit eftir roknskapunum hjá tveimum teimum størstu húsameklarunum í Føroyum - Inni og Skyn - sæst, at bæði feløgini hava havt vaksandi umsetning og yvirskot seinastu trý árini. Eisini sæst, at Skyn hevur tikið seg framum Inni, tá hugt verður eftir, hvør ið hevur størst umsetning og yvirskot. Inni var annars størsti húsameklari í landinum.

Í 2013 umsetti Inni fyri 4,1 millión krónur (bruttoumsetningur sambært roknskapi). Yvirskotið var tað árið 341.000 krónur áðrenn skatt. Hetta árið umsetti Skyn fyri 2,9 milliónir krónur; yvirskotið varð 192.000 krónur.

Árið eftir hækkaðu tølini fyri umsetning til 4,6 milliónir hjá Inni (yvirskot fyri skatt: 727.000 kr.) og 4,7 milliónir hjá Skyn (yvirskot fyri skatt: 1,9 mió. kr.), fyri síðani at leypa heilt upp á 6,25 milliónir krónur í umsetningi hjá Inni og 7,1 millión krónur hjá Skyn í 2015.

Yvirskotið fyri skatt í 2015 hjá teimum størstu húsameklarunum í landinum varð 3,3 milliónir krónur fyri Skyn’sa viðkomandi og 2,2 milliónir hjá Inni.

Tað skal sigast, at tað eru onnur enn Skyn og Inni, sum taka sær av at selja hús fyri fólk (summir advokatar til dømis), eins og ávísir húsaeigarar taka sær av søluni sjálvir.

  

placeholder

Meira langlesnaður