Svøríki einasta norðurland í finaluni í Melodi Grand Prix

2016-05-12 22:27 Author image
Simona Midjord

Bæði Danmark og Noreg gjørdust ov stutt, tá seinna hálvfinalan í Melodi Grand Prix-kappingini varð hildin í Stokkhólmi í kvøld. Hetta var annað árið á rað, at Danmark ikki megnaði at koma í finaluna. Í fyrru hálvfinaluni, sum var týskvøldið, eydnaðist tað heldur ikki Íslandi og Finnlandi at koma víðari til finaluna, og sostatt verður Svøríki, ið sum vertsland er sjálvskrivaður finaluluttakari, einasta norðurland á pallinum leygarkvøldið.

Av teimum 18 londunum, sum vóru við í kvøld, vórðu 10 atkvødd víðari til finaluna, og nú eru allir teir 26 finalistarnir funnir:

Armenia, Aserbadjan, Avstralia, Belgia, Bretland, Bulgaria, Eysturríki, Frakland, Georgia, Italia, Ísrael, Kekkia, Kroatia, Kypros, Letland, Litava, Malta, Niðurlond, Pólland, Russland, Serbia, Spania, Svøríki, Týskland, Ukraina og Ungarn.

Finalan verður í Globen í Stokkhólmi leygarkvøldið frá klokkan 20:00.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður