Løgið samanfall: Tveir menn deyðir í sama grannalagi á Glyvrum

2016-08-04 10:22 Author image
Sigmund Vang

Ein rættiliga løgin hending hendi á Glyvrum seinnapartin í gjár. Um fýra tíðina varnaðust fólk, at ein 67 ára gamal maður sat lívleysur í einum bili, meðan bilurin speedaði upp. Boðað varð frá á alarmsentralinum, og meðan sjúkrabilurin var á veg, royndu fólk at geva manninum fyrstuhjálp, men til fánýtis.

Maðurin, sum sat í bilinum, átti húsini, har bilurin stóð uttanfyri, og ein maður, sum var á staðnum, fór innar í húsini fyri at vita, hvussu støðan var hjá tí, sum leigaði húsini. Tá hann kom inn í húsini, fann hann tann 47 ára gamla leigaran lívleysan á stovugólvinum.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at higartil er einki, sum bendir á at nakað óreglusamt er farið fram.

Líkini av teimum báðum monnunum skulu nú kannast, umframt at blóðroyndir og kanska aðrar royndir skulu takast, sigur vakthavandi við Dimmalætting.

Grannar hava greitt frá, at maðurin, sum sat deyður í bilinum, fyrst kom í túnið, fór so og lat úthurðina til húsini upp, uttan at fara inn, og  síðani avstað aftur. Familjan hjá tí 47 ára gamla hevði biðið útleigaran latið hurðina upp, so tey kundi fara at vita, hvussu tað stóð til. Løtu seinni kom maðurin aftur í túnið við bili sínum, og tá fekk hann ein tilburð og doyði.

placeholder

Meira langlesnaður