Mennirnir fingu 2 milliardir meira í løn

2017-01-15 08:36 Author image
Sigmund Vang

Í 2016 var triðja árið á rað, at mannfólkini fingu størra partin av lønarvøkstrinum. Mannfólk fingu útgoldið 5.279 milliónir í fjør, Hetta eru 290 fleiri enn árið fyri, vøksturin er 5,8%. Í sama tíðarskeiði fingu kvinnurnar 3.197 milliónir í løn, 160 fleiri enn í 2015, ein framgongd á 5,3%.

- Orsøkin til at mannfólkini fáa størra partin av lønarvøkstrinum er, at seinastu trý árini hevur tað verið sera stórur vøkstur í vinnugreinum, har menn eru í meiriluta. Tað er millum annað í vinnugreinunum fiskiskapur, ali- og kryvjivirki og bygging, sigur Hagstova Føroya.

Í 2016 vunnu menn góð 62% av lønunum, meðan kvinnurnar vunnu 38%. Síðan 2013 er parturin hjá monnum vaksin 1,5%-stig, úr 60,5 til 62. Kvinnurnar hava einstøk ár verið nær við at vunnið 40% av lønunum, men eru nú dragnaðir heilt niður á 38%.


Kelda: Hagstova.fo

  

  

placeholder

Meira langlesnaður