Menn skulu tvingast í barsilsfarloyvi

2016-06-06 14:09 Author image
Dimma

- Barsilsfarloyvi eigur at vera býtt millum pápan og mammuna, so útgangsstøðið sum foreldur verður eins fyri kynini.

Soleiðis sigur Stine Bosse, sum millum annað er nevndarforkvinna í BankNordik, við Berlingske Business. Hon er millum sterkastu kvinnurnar í donskum, føroyskum og grønlendskum vinnulívi, og hennara uppskrift uppá meiri javnstøðu og at fáa fleiri kvinnur í ovastu leiðslurnar er at áseta pápakvotur.

- Kvinnur fáa vanliga eini tvey børn, og tvey ár er rættiliga leingi at vera uttan fyri arbeiðslív og karrieru. Tað merkir, at tað kann gerast sera trupult at koma aftur í starvið. Nógvar kvinnur freistast tí til loypa niður í grýtuna og fara niður í tíð fyri at raðfesta heimið heldur enn at taka starvsleiðina uppaftur. Tí eiga foreldrini at býta barsilsfarloyvi sínámillum, heldur Stine Bosse.

Stine Bosse heitir á politisku skipanina um gera reglur, sum býta barsilsfarloyvi javnt millum kynini.

- Nøkur meina, at staturin ikki skal blanda seg, hvussu familjurnar innrætta seg, men staturin blandar seg jú í so nógv frammanundan. Tað er jú eisini staturin, sum hevur avgjørt, at kvinnur yvirhøvur hava barnsburðarfarloyvi. Um vit veruliga vilja gera nakað við javnstøðuna, so eiga vit at byrja her, sigur Stine Bosse millum annað.

Barsilsfarloyvi í Føroyum er tilsamans 40 vikur eftir barnsburð. Føroyska barsilslógin var broytt 1. januar 2016. Nú hevur pápin rætt til barsilspening í upp til fýra vikur innan fyrstu 44 vikurnar eftir barnsburð. Haraftrat kunnu vikurnar frá viku 14 eftir barnsburð nýtast av antin mammuni ella pápanum. Hetta býtið gera mamman og pápin av í felag. Stine Bosse meinar hinvegin, at staturin skal avgera, at pápin skal taka sína helvt av farloyvinum.

Greinin á Berlingske Business kann lesast her

 

placeholder

Meira langlesnaður