Mentamálaráðið bakkar í mun til umstrítt kunningarfólk

Savnsmynd

Mentamálaráðið bakkar í mun til umstrítt kunningarfólk

2017-08-26 18:33 Author image
Leif Láadal

Mentatamálaráðið boðar nú frá, at tað bakkar í sambandi við tað trýst, sum hevur verið í mun til setanina av einum kunningarfólki. Trupulleikin var, at starvið ikki bleiv lýst leyst, og nú hevur Mentamálaráið so sent út hetta skriv:

"Mentamálaráðið hevur verið fyri stórum atfinningum í fjølmiðlunum og hjá fleiri fakfeløgum fyri at bróta almenna setanarpolitikkin, tá ið eitt starvsfólk er sett tíðaravmarkað at styrkja og menna samskiftisøkið í ráðnum.

Mentamálaráðið hevur tikið atfinningarnar til sín og hevur gjørt av at endurskoða tíðaravmakaðu setanina, soleiðis at hon heldur seg innan fyri karmin, sum er ásettur í sáttmálanum. Starvið verður síðani  lýst leyst til øll at søkja.

Mentamálaráðið harmast um óneyðuga rumblið, sum setanin av kunningarfólki hevur havt við sær."


Kelda. mmr

placeholder

Meira langlesnaður