Turrur leygardagur við elektronia, bókmentum og liveútvarpi

2016-07-16 15:42 Author image
Dimma

Í dag er veðrið betur á G! Spælipassið var fult av børnum og foreldrum, tá barnaG! við Angelu, Bubu og øðrum føroyskum klovnalegendum var upp á tað hægsta klokkan tvey, leygardag, og harvið seinasta G!festivaldag á hesum sinni. Regnið er hæsað av, og tjaldingartilveran tykist helst eitt sindur meir yvirkomulig fyri tey stinnu, ið hava hildið út.

 Dagurin, kvøldið og náttin í gjár í Fjósinum gekk eftir vild, og This is Waa við Bárður Næs var seinasta innslagið á pallinum, og lótu Fjósið aftur klokkan gott fýra á morgni. Til tað síðsta var hølið á tremur við dansiglaðum fólki, og ravetónleikurin, Bárður, Knút Háberg Eysturstein og Per I. Højgaard Petersen diskaðu hevði sambært kønum á økinum flair fyri at byggja tónleikaligan struktur, og megnaði nógv ymisk brøgd úr urbanum genrum, sum fekk fólkið at verða verandi á einum støði, so góða lagið og dansigleðin í Fjósinum  helt alla náttina.

Tónleikarin og listamaðurin Janus á Húsagarði fór at tekna við børnunum á barnaG! klokkan 15.15 í Fjósinum. Harumframt bjóðar Fjósið millum annað eisini upp á stumfilmar og Bárald, har Báraldur leggur tónleik til stumfilmar. Hareftir tekur Áðrenn Elvis, yvir.

– Hetta er eisini nakað, eg gleði meg til, sigur Sigga og vísur á, at hon metir tað vera nakað heilt serligt og áhugavert at hoyra og síggja útvarp og útvarpsvertir live á palli.

Klokkan 19.30 vera Lív Maria Róadóttir Jæger og maður hennara Lasse Thorning Jæger á palli við teirra samstarvi. Hetta áhugaverda samstarv teirra millum er ein samanrenning av henni sum høvunda og honum sum tónleikara. Í 2014 góvu hjúnini upplestrar LP- útgávuna, Mítt navn við hondskrift út í samstarvið við Steinprent og
Hanna Bjartalíð. Leygardagin á G! fáa vit so møguleikan at upplivað hetta samstarvið framført í Fjósinum klokkan 19.30.

– Hetta gleði eg meg til, sigur Sigga og vísur á, at hetta er einasta bókmentaliga tiltakið í Fjósinum í ár, men um ein vil hoyra meir upplestur, ber til at fara til tiltakið hjá Eksil, ið er í dag, leygardagin, klokkan 15.00 til 17.00 í trimum privatum heimum kring Syðrugøtu.

Á hesum tiltaki fer Lív Maria eisini at lesa upp saman við ørðum føroyskum høvundum. Her lesur hon upp úr yrkingasavni sínum, Hvít sól, ið kom út á Mentunargrunni Studentafelagsins í 2015. Klokkan 20.40 yvirtekur talGILDIÐ pallin, og lata Fjósið aftur fyri ársins G! klokkan fýra á morgni.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður