Mentanarvirðisløn Landsins fór til Rúna Brattaberg

2017-01-26 09:08 Author image
Sigmund Vang

Rúni Brattaberg, operasangari, fekk Mentanarvirðisløn Landsins í ár. Í grundgevingum sínum sigur dómsnevndin millum annað, at Rúni síðani aldarskiftið hevur virkað við operaleikhús kring stóran part av heiminum. Hóast hann lutfalsliga seint í lívinum valdi at halga seg operasangin, hevur hann við eyðsýndu evnunum og sterku, sermerktu rødd síni megnað at skapað sær eina undranarverda yrkisleið. Einamest hevur hann sligið sítt navn fast sum einastandandi tulkari av operum Wagners.

Heiðursgáva Landsins varð latin Steinprenti, grafiska verkstaðnum í Havn. Grafiski verkstaðurin varð settur á stovn í 1999. Eftir eitt tíggju ára skeið í hølum á Listasavni Føroya í Gundadali flutti verkstaðurin í 2009 oman á Skálatrøð og tók navnið Steinprent.

Virðislønina til unga listafólkið fekk Anna Malan Jógvansdóttur. Í 2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv.

  

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður