Stórt trygdarhol í Messenger tipt

2016-06-15 14:12 Author image
Jógvan Samuelsen

Teldutrygd hevur rættiliga stóran týdning, men viðhvørt fyrikemur tað sum, at sjálvt tær heilt stóru samskiftisfyritøkurnar gloyma henda týdning.

Fyri kortum varnaðist trygdarfyritøkan Check Point, at tað vóru stór trygdarhol í Messenger-forritinum, sum er knýtt at Facebook, og sum verður brúkt til at samskifta millum Facebook-brúkarar við.

Trygdarholið hevði tað við sær, at teldusníkar kundu broyta ein heilan samskiftistráð, uttan at tann sum átti telduna yvirhøvur varnaðist tað.

- Og tað sum er verri er, at sníkarnir kundu installera automatiseraða tøkni, sum bara hevði til endamáls at taka trygdarforritini á bóli, so sníkarnir framhaldandi kundu broyta træðrirnar, sigur eitt av startvsfólkunum hjá Check Point sambært donsku tíðindatænastuni Finans.dk.

Messenger-forritið hevur ein eintýðugan samleika, sum bara teldan sjálv slapp framat, men feilurin var soleiðis háttaður, at hann gav fremmandum brúkarum atgongd til samleikan. Og við honum í hondinin kundu sníkarnir broyta innihaldið.

Holið er nú tett aftur, og hóast tað er Facebook, sum stendur við ábyrgdini fyri, at hetta forritið slapp á marknaðin við hesum feilinum, so skal felagið hava rós fyri at reagera skjótt, tá tey fingu boð um, at feilur var í.

Greinin á finans.dk sigur einki um, hvørjar avleiðingarnar holið hevur havt. Bara hvat kundi hent. Millum annað kundi holið verið brúkt til at senda "malware" til aðrar brúkarar, og slík forrit kunnu gera stóran skaða. Tí er altíð skilagott at vera á varðhaldi við tí sum kemur sum teldupostur. Líkamikið um tað kemur sum vanligur teldupostur ella um tað verður sent við Messenger og líknandi forritum.

placeholder

Meira langlesnaður