Messi á ákærubeinkin í dag

2016-05-31 10:11 Author image
Dimma

Tað er ikki ofta, at Messi situr á beinkinum, men tað ger hann næstu dagarnar. Týsdagin til hósdagin í hesi vikuni er stóra fótbóltsstjørnan yvir øllum saman við pápa sínum á ákærubeinkinum í Barcelona í einum rættarmáli um skattaundandrátt.

Í ringasta føri kann hann enda tvey ár í fongsli, skrivar Ritzau.

Málið kom fram í 2013. Lionel Messi og pápi hansara, Jorge Horacio Messi, eru ákærdir fyri at hava snýtt spanska statin fyri meira enn 30 milliónir krónur í skatti.

Sambært ákæruvaldinum er tað gjørt við at flyta pening til feløg í skattaskjólum. Peningurin er komin til vega gjøgnum ymsar stuðulsavtalur, sum Lionel Messi er partur av.

Ákærin sigur, at tað er pápin, sum hevur staðið fyri snildunum, men at Lionel Messi sjálvur visti um tað og tí er samsekur.

Lionel Messi noktar seg sekan í ákærunum. Og pápin sigur eisini, at hann hevur tikið sær av øllum fíggjarligum viðurskiftum hjá soninum, sum aleina hevur savnað seg um at spæla fótbólt.

Ákæruvaldið krevur fongsulsdóm til báðar í góðar 22 mánaðir, umframt eina bót ið svarar til upphæddina, sum snýtt er fyri.

Eftirsum at størsta revsingin er undir tvey ár, hevur Lionel Messi sambært spanskari lóg ikki skyldu til at møta upp til alt rættarmálið. Hann skal tó møta hósdagin, tá ið hann skal vitna í málinum.

Eftir hetta kann hann fara tvørtur um Atlantshavið til argentinsku landsliðsfelagarnar, sum fyrireika seg til Copa America, har Argentina tann 6. juni leggur fyri við at spæla móti Chile.

Síðan rættarmálið um skattaundandráttin í Spania hjá Lionel Messi er komið fram, er hann eisini settur í samband við eitt felag í Panama. Messi hevur afturvíst øllum og sigur seg einki kenna til nakað felag.

placeholder

Meira langlesnaður