Messi dømdur fyri skattasvik

2016-07-06 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir

Lionel Messi og pápin, Jorge Horacio Messi, eru báðir dømdir fyri skattasvik. Lionel Messi er dømdur 21 – mánaðar treytaða fongsulsrevsing, men hann skal allarhelst ikki sita tann dómin. Sponsk lóg er soleiðis háttað, at allir dómar undir tvey ár eru treytaðar. Tað vil siga, at um Messi ikki verður dømdur fyri nakað annað næstu tvey árini, so skal hann ikki inn at sita hendan dómin. 

Messi og pápin fingu eina bót á ávíkavíst 2 og 1,5 milliónir evrur. Umframt hettar rindaðu teir báðir eina “sjálvbodna upphædd” á fimm milliónir evrur í 2013, sum varð sagt at vera ein rætting fyri tað, sum teir manglaðu at gjalda í skatti í Spania.

Lionel og Jorge Messi høvdu snýtt myndugleikarnar við at hava peningin goymdan í skattaskjólum í ymiskum londum. 

Afturat dóminum, sum kom í dag, so er pápin hjá Messi eisini dømdur sekur í at hava snýtt spanska statin fyri 4,1 milliónir evrur í árunum frá 2007 til 2009.

Felagið hjá Messi, Barcelona, sendi tíðindaskriv út, eftir at dómurin varð kunngjørdur. Har kunngjørdi felagið, at tað stuðlaði bæði Messi og pápanum. Tá hann hevur goldið tann partin, ið hann skyldar sponskum myndugleikum, og tað er upphæddin sum feðganir rindaðu í 2013, so metir Barcelona hann ikki sum brotsmann.

 

Keldur: 

Lionel Messi sentenced to 21 months in prison for tax fraud, but likely won't serve 

Lionel Messi handed jail term in Spain for tax fraud 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður