MEST ætlar at byggja 40 metrar høga dokkhøll

MEST ætlar at byggja 40 metrar høga dokkhøll

2017-05-24 14:20 Author image
Dimma

Skipasmiðjan MEST ætlar at byggja eina sonevnda dokkhøll omaná verandi turrdokk á Skála. Høllin verður góðar 40 metrar til hæddar og 129 metrar til longdar.

- Arbeiðsumstøðurnar gerast munandi betri enn í dag og verður tí lættari at draga at sær starvsfólk innan ymiskar fakbólkar. Við hesum kunnu vit í Føroyum nøkta tørvin at reka eina nýtímans innilokaða turrdokk til gagns fyri sjóvinnu og starvsfólk, sigur Mouritz Mohr, stjóri hjá MEST.

Á stórum borgarafundi á Skála hevur verið kunnað um ætlanina, sum kemur at verða rættiliga sjónlig í landslagnum. Bygningurin er høgur og skarar framúr við síni góðari 40 metra hædd.

- MEST hevur lagt seg eftir at fáa arkitektar og byggifrøðingar til at ráðgeva. Hetta fyri at bygningurin kann taka seg væl út í landslagnum og ikki “fylla” ov nógv. Tá ið talan er um lit og skap – so eru atlit tikin til, at bygningurin kann fella so væl inn í landslagið sum møguligt. Eitt nú eru litirnir valdir at verða koks-gráðir yvir í mat svart, sigur skipasmiðjan í skrivi sent miðlunum.

Bygninginum av høllini hevur við sær at byggisamtyktin skal broytast um Runavíkar Kommuna kann geva loyvi til byggingina.

placeholder

Meira langlesnaður