Met nógv yvirgangs álop í Evropa

2016-07-20 12:26 Author image
Jákup Højgaard

Met nógv yvirgangs álop vórðu planløgd, forðaði ella framd í evropeiskum londum í fjør, skrivar BBC á heimasíðuni. 

Sambært Europol vóru 211 álop í 2015 og tað er hægsta talið síðani uppteljingin byrjaði í 2006. 

Stóra Bretland hevði størsta talið av álopum við 103 álopum, flestu av teimum vóru framd í Norður Írlandi. Hini álopini vóru í Danmark, Frakland, Grikkaland, Italia og Spania.

Størsta nøgdin av handtøkum í ES vórðu settar í samband við jihadistar. 687 fólk vórðu handtikin fyri jihadist yvirgang, harav 94 prosent av teimum vórðu funnin sek. 

151 fólk doyðu og fleiri enn 360 vórðu løstaði í yvirgangsálopum í fjør.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður