Serføroyskt met: Ongantíð verið so nógvir áskoðarar

2016-08-27 18:07 Author image
Sigmund Vang

Steypafinalan, sum er í kvøld, er tann dystur, ið hevur togað flest áskoðarar til sín, tá vit tosa um ein dyst millum tvey føroysk lið. Útselt er á Tórsvølli til finaluna, og tað merkir at tað eru 4700 áskoðarar til dystin.

Tað hava áður verið dystir, sum hava verið útseldir á Tórsvølli, umframt at tað hava verið dystir á Ovara vølli, sum hava hálað nógv fólk til sín, men tá hevur verið talan um antin landsdystir, evropeiskar dystir ella serstakar vinardystir millum útlendsk lið og føroysk.

(Dagført: Almenna ákoðaratalið fyri dystin var 4652, og KÍ vann finaluna - vanligi dysturin við longdari spælitíð endaði 1-1, og so vann KÍ brotssparkskappingina)

placeholder

Meira langlesnaður