Metnógv ferðafólk flugu við Atlantsflog í juli

2016-08-02 09:05 Author image
Dimma

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways settu met í juli, tá fleiri enn 42.750 ferðafólk flugu við rutuflogførum og tyrlum samanlagt. Higartil í ár hava 175.800 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár flugu tilsamans 175.800 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum hjá Atlantic Airways, og tað eru átta prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 162.100 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

41.000 ferðandi flugu við rutuflogførum hjá Atlantic Airways í juli, og tað eru 5 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør, tá ið 39.200 ferðafólk flugu við Atlantic Airways.

Í juli hava tyrlurnar flogið 1.718 ferðandi, ið er 84% fleiri enn í juli í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 70 útkøll higartil í ár, ið er meira enn alt árið í fjør.

Alsamt lækkandi ferðaseðlaprísir og nýggj ferðamál úr Føroyum eru beinleiðis orsøkir til ferðafólkavøkstur við rutuflogførunum, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivi.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður