Michel Platini liðugur sum forseti í UEFA

2016-05-09 10:55 Author image
Dimma

Mánadagin fekk Platini niðursett sítt bann frá FIFA at virka sum forseti í evropeiska fótbóltssamgonguni, UEFA, úr átta árum niður í seks ár.

Tað er altjóða ítróttardómstólurin CSA, sum hevur linkað dómin, men í kjalarvørrinum á dóminum boðar Michel Platini tó frá, at hann er endaliga givin sum forseti í UEFA.

Advokatarnir hjá Michel Platini boða hansara vegna frá, at hann fer frá sum forseti á næstu ráðstevnuni hjá UEFA.

Michel Platini bleiv dømdur í 2015 fyri óetiskan atburð, tí hann tók ímóti tveimum milliónum sveisarfrankum frá Sepp Blatter, fyrrverandi stjóra í FIFA, fyri ráðgeving. Sjálvur var Michel Platini mettur at vera eitt høvuðsevni at gerast FIFA-forseti.

Michel Platini er 60 ára gamal. Sum fótbóltsspælari var hann m.a. sum liðskipari hjá Fraklandi við til at vinna EM í 1984. Ætlanin var, at EM í Fraklandi komandi summar skuldi vera krúnan á verkinum hjá honum sum forseti í UEFA, men nú skulu tey 55 limalondini so velja nýggjan forseta.

Sjálvur sigur Michel Platini, at hann er vónsvikin av málinum.

Meira langlesnaður