Microsoft keypir LinkedIn

2016-06-13 14:30 Author image
Dimma

LinkedIn er eitt sosialt netverk fyri alskyns yrkisfólk, og síðan hevur fleiri enn 400 milliónir brúkarar um allan heimin. Ein rúgva av føroyingum eru við í netverkinum, sum verður brúkt til meira yrkisliga netverkan.

Hendan stóra mongdin av fólkum ger LinkedIn áhugavert hjá stórum teldufyritøkum. Microsoft hevur keypt LinkedIn, og feløgini siga, at hvørt partabrævið er keypt fyri 196 dollarar hvørt. Tilsamans er prísurin 26,2 milliardir dollarar, ella 173 milliardir krónur.

"LinkedIn hevur skapt ein fantastiskan marknað burturúr at knýta saman yrkisfólk um allan heimin, sigur Satya Nadella, stjóri í Microsoft, í einari yvirlýsing.

Jeff Weiner, sum hevur verið ovasti stjóri í LinkedIn, heldur fram sum stjóri í LinkedIn eftir uppkeypið hjá Microsoft. Sagt verður, at LinkedIn heldur fram sum eitt sjálvstøðugt merki og brand.

Partabrøvini í LinkedIn eru annars lækkað í eina helvt síðan seinasta heyst, tá ið tey kostaðu 260 dollarar fyri hvørt; nú fríggjadagin vóru partabrøvini handlað fyri 131 dollara stykkið. Men í dag er LinkedIn altso selt fyri 190 dollara partabrævið.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður