Brúkarar argir um dagføringar

2016-05-26 15:00 Author image
Dimma

- Eg føli meg tiknan av ræði, tí eg havi ikki biðið um hetta.

- Tað hevur órógvað arbeiði hjá mær.

- Eg helt tað bara vera vanligar dagføringar, men hetta helt bara áfram, so tað var rættiliga irriterandi.

Dimma.fo hevur tosað við fleiri Microsoft-brúkarar, ið eru rættiliga argir og ørkymlaðir, tí at teldan verður dagførd til Windows 10, uttan at biðið er um tað. Serliga er trupulleikin stórur hjá brúkarum við eldri teldum.

Trupulleikin fyri nógvar Windows-brúkarar er, at Windows 10 nú er fastur partur av pakkanum, tá ið dagføringar verða sendar út til Windows 7 og 8. Uttan at fólk gáa um tað, verður teldan uppstigað, men tað er ikki vist, at hon klárar tað.

Teldutænastan er millum teirra, ið hevur merkt trupulleikan hjá nógvum brúkarum.

- Vit fáa fleiri ferðir dagliga áheitan frá fólkum, ið hava trupulleikar av hesum sjálvvirkandi dagføringunum, sigur Petur Ritter, ið starvast á verkstaðnum hjá Teldutænastuni.

Talan er bæði um vinnukundar og privatkundar, sum fáa trupulleikarnar, sigur hann.

- Serliga tá talan er um eldri teldur, og skift verður frá Windows 7 til Windows 10 íkoma trupulleikar. Summi forrit fáast ikki at rigga, og tí mugu vit ofta hjálpa fólkum at bakka telduna aftur, sigur Petur Ritter.

Tað ber til at sláa hesar dagføringar frá, upplýsir Teldutænastan.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður