Miðflokkurin kært løgmann fyri landsstýrismálanevndina

2017-01-16 09:13 Author image
Sigmund Vang

Bill Justinussen og Jenis av Rana hava vegna Miðflokkin kært løgmann, Aksel V. Johannesen, fyri landsstýrismálanevndina. Miðflokkurin heldur, at løgmaður hevur brotið Stýrisskipanarlógini við at lýsa grein 14 stk. 2 í hjúnabandslógini at vera yvirtikin og lagt tað undir málsøki mentamálaráðharrans.

- Hvørki stýrisskipanin ella aðrar lógir heimila løgmanni ella løgmanni og donskum myndugleikum at taka avgerðir um yvirtøkur. Heldur ikki finnast lógarheimildir, ið geva løgmanni ella øðrum myndugleikum rætt at tulka ikki yvirtikin mál til yvirtikin at verða. Slíkar royndir at trumfa sín vilja ígjøgnum eru óhoyrdar í okkara demokratiska heimsparti og mugu metast at verða tað nærmasta vit í Føroyum eru komin valdsmisnýtslu siga Bill Justinussen og Jenis av Rana.
Midflokkurin heitir á landsstýrismálanevndina um at kanna og lýsa málið út í æsir, so øllum gerst greitt, at løgmaður her hevur sett seg yvir løgtingið og harvið hevur forbrotið seg móti evsta valdi føringa.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður