Miðlar í hornatøkum

Miðlar í hornatøkum

2017-11-27 20:58 Author image
Georg L. Petersen

Um vikuskiftið hevði Sosialurin eina greinarøð um støðuna í Kringvarpinum, har stjórin, Johnny í Grótinum, er klagaður. Fyrr í dag kom kringvarpsmaðurin, Ivan Niclasen við eini rættleiðing, og helt at Sosialurin villeiddi lesaran - og nú í kvøld svarar Barbara Holm, blaðstjóri, Ivani Niclasen aftur

Vit endurgeva her fyrst rættleiðingina hjá Ivani Niclasen og undir henni aftursvarið frá Barbaru Holm:

------------

Sosialurin villleiðir um KvF

Longu fríggjadagin gjørdi eg Barbaru Holm á Sosialinum varuga við, at týðandi partar av greinunum um ófriðin í Kringvarpinum vóru villleiðandi. Hóast hon lovaði at venda aftur til mín mánadagin, so hevur hon ikki gjørt tað enn. Tí má eg koma við hesi viðmerkingini.

KvF stjórin – Johnny í Grótinum – bjóðaði ikki av sínum eintingum stjóranum í TAKS – Eyðun Mørkøre - í sjónvarpsstovuna týskvøldið tann 26 september. Veruleikin er í stuttum hesin: KvF valdi at taka viðgerðina av skattamálinum uppaftur í september, nú redaktiónirnar vóru fullmannaðar eftir summarsteðgin. Frágreiðingin hjá Bárði Larsen fekk ikki ta neyðugu viðgerðina, tá hon kom fram í juli. Tað fyrsta innslagið um skattamálið varð sent í Degi og Viku hóskvøldið 21. sept. Tíðliga fríggjakvøldið sendir Eyðun Mørkøre eitt lesarabræv í miðlarnar, har hann vísir á sína ónøgd við tíðindaflutningin. Hetta førdi til ein fund mánamorgun millum Johnny í Grótinum, Liljan Weihe, Heina Gaard – undanfarna redaktør á Degi og Viku, og undirritaða, sum var redaktørur á Degi og Viku. Á fundinum umrøddu vit m.a., hvussu farast skuldi víðari fram eftir lesarabrævið frá stjóranum hjá TAKS. Vit vildu hava stjóran í TAKS at úttala seg um tyngjandi frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Eisini  umrøddu vit, hvussu stjórin í KvF skuldi svara stjóranum í TAKS. Svarið stóð at lesa í miðlunum mánakvøldið, og har skrivar Johnny í Grótinum m.a.:  “Best hevði tó verið, um stjórin á TAKS sjálvur svaraði fyri seg og útdjúpaði almennu viðmerkingar teirra til frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Hetta stendur honum framvegis í boði.”


Stjórin á TAKS kemur í sjónvarpsstovuna

Dagin eftir – tíðliga seinnapartin týsdagin tann 26 september - kemur Johnny í Grótinum til mín og sigur, at nú hevur stjórin á TAKS ringt til sín, og at hann – Eyðun Mørkøre – vil úttala seg. Redaktørskipanin í KvF er soleiðis háttað, at tá tað kemur til ta einstøku sendingina, stendur redaktørurin omanfyri stjóran og tíðindaleiðaran. Hetta er fyri at tryggja integritet og trúvirði, soleiðis sum tað m.a. stendur orðað í leiðreglunum um góðan fjølmiðalsið.

Eg góðtók, at Eyðun Mørkøre kom í sjónvarpsstovuna, og gjørdi greitt, at tað sjálvandi var uppá okkara fyritreytir. Hetta góðtók Johnny í Grótinum beinanvegin. Síðani umrøddi eg hetta við Liljan Weihe, og vit gjørdu av – eftir mínum tilmæli – at samrøðan skuldi fara fram í kjaksendingini eftir Dag og Viku, har Liljan var vertur. Sostatt broyttu vit kjaksendingina, nú stjórin í TAKS loksins vildi úttala seg.

Síðani yvirtók eg tað víðari telefonsamskiftið við Eyðun Mørkøre, meðan Liljan og Jan Lamhauge skrivaðu spurningarnar til hansara. Eyðun Mørkøre fekk spurningarnar til samrøðuna sendandi, og harvið varð tann avtalan, sum lá til grunds fyri samrøðuna, skrivliga staðfest.


Sosialurin villleiðir

Talan var sostatt ikki – sum Sosialurin rør fram undir – um eina dulda avtalu millum stjóran á KvF og stjóran á TAKS um at koma í sjónvarpsstovuna. Innbjóðingin var almenn. Hon stóð í lesarabrævi dagin fyri, og hon varð umrødd á áðurnevnda fundinum morgunin fyri. Talan var heldur ikki um, at stjórin í KvF breyt ta redaktionellu ketuna og legði seg út í víðari viðgerðina hendan dagin. Talan var heldur ikki um, at journalistarnir stutt áðrenn sendingina fingu innlit í eina avtalu, sum stjórin í KvF og stjórin á TAKS skuldu havt gjørt. Liljan Weihe og Jan Lamhauge skrivaðu spurningar, sum Eyðun Mørkøre fekk sendandi umleið kl.17.30. Spurningarnir staðfestu avtaluna undir samrøðuni. Og talan var heldur ikki um nakað illgrunasamt í at hava tvey evnir í kjakinum hetta kvøldið. Hetta var gjørt fyri at fáa betri stundir til at viðgera hetta torgreidda mál. Alt hetta hevði Sosialurin fingið at vita, um blaðið spurdi seg fyri hjá redaktørinum hendan dagin.


Skeiv niðurstøða

Greinarnar í Sosialinum elvdu til ørkymlan og stúran í KvF fríggjadagin. Eg vil treyðugt viðmerkja aðrar tættir í greinunum. Tað er rætt, at Liljan Weihe varð sjúkrameldað, og at Jan Lamhauge rýmdi í ónøgd. Hesi bæði hava verið undir trýsti í langa, langa tíð, tí skattamálið er eitt tungt mál at arbeiða við. Løgið nokk hevur teirra leiklutur verið viðgjørdur nógv meira enn tað veruliga innihaldið í málinum. Slíkt kostar eisini. Tað er eisini rætt, at gegnisspurningar hava verið uppi og vent í sambandi við vinskap millum Johnny í Grótinum og Regin Hammer. Men at føra hendingarnar tann 26 september fram sum høvuðsprógv fyri hesum viðurskiftum er beinleiðis villleiðandi og skeivt.

Vinaliga,

Ivan Hentze Niclasen, redaktørur, KvF

----------------

Aftursvar til Ivan Niclasen: Kritikkurin um villleiðing sendur skeiva stað

Ivan Niclasen, redaktørur í Kringvarpinum, leggur í kvøld Sosialin undir at villleiða um Kringvarpið í seinastu útgávu av VikuskiftisSosialinum. Men kritikkurin er sendur á skeivu adressu

Temaið í VikuskiftisSosialinum snýr seg um klagur, sum eru sendar frá tíðindafólki í Kringvarpinum til Kringvarpsstýrið. Millum annað finnast tey at framferðini, tá ið stjórin í Taks var boðsendur at koma í DV kjaki eitt týskvøld í september. Í klaguni stendur, at Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, var tann, sum gjørdi avtaluna við Eyðun Mørkøre, uttan at tíðindaleiðari, redaktørur ella journalistur, sum hevur viðgjørt málið, vóru vitandi um tað. Tað er hendan hendingin, sum Ivan Niclasen nú leggur Sosialin undir at villleiða um. Tí Ivan Niclasen var redaktørur hetta kvøldið og upplivdi ikki hendingina soleiðis, sum tað stendur í klaguni.


Innanhýsis trupulleiki

Trupulleikin við argumentatiónini hjá Ivani Niclasen er tó, at um so er, at hetta er villleiðandi, so er tað ikki Sosialurin sum villleiðir. Tað, sum vit skriva, er rætt endurgivið úr klagunum, sum eru sendar kringvarpsstýrinum. Temaið er bygt á klagurnar, og so hava stjórin, stýrisformaðurin, tíðindaleiðarin, ein journalistur og eitt álitisfólk fingið høvi at viðmerkja málið.  

Um Ivan Niclasen heldur, at pástandir í klagunum eru villleiðandi, so er Sosialurin ikki rætta adressan at senda atfinningarnar. Hinvegin vil tað siga, at Ivan Niclasen heldur, at starvsfelagar hjá honum villleiða um eina hending, sum hann sjálvur var partur av. At Ivan Niclasen hevur eina aðra fatan av støðuni, broytir ikki veruleikan, at klagurnar eru skrivaðar og sendar kringvarpsstýrinum, og tað er hetta, sum Sosialurin viðger.

Og um so er, at Ivan Niclasen heldur, at vit ikki skulu taka klagur í Kringvarpinum í álvara, so er trupulleikin í Kringvarpinum munandi størri enn tann, sum Sosialurin hevur varpað ljós á. 

Ivan Niclasen vísir í skrivi í kvøld eisini á, at hann hevði eina avtalu við meg í dag. Eg havi tosað við Ivan Nicalsen, um enn tað bleiv seinni enn ætlað. Eg greiddi honum her frá tí sama - at tað á ongan hátt kann blíva Sosialurin, sum villleiðir. 

Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum

placeholder

Meira langlesnaður