Miðlastuðulsnevndin er nú mannað

Miðlastuðulsnevndin er nú mannað

2017-08-02 15:56 Author image
Innsent

Í sambandi við at lógin um miðlastuðul varð samtykt í vár, er Miðlastuðulsnevndin nú mannað.

Mentamálaráðið upplýsir, at hesir limir eru valdir í fyrsta trý-ára skeiðið hjá Miðlastuðulsnevndini:

Magnus Dam, løgfrøðingur og journalistur, eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Beate L. Samuelsen, journalistur, eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólkum

Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

Uppgávan hjá nevndini er at býta út miðlastuðulin, sum á fíggjarlógini er tvær mió. kr., til privatar tíðindamiðlar.

Landsstýriskvinnan tilnevnir limir og tiltakslimir eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólkum, Fróðskaparsetri Føroya og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, hvørs umboð er formaður í nevndini.

Limirnir skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, varðar av Miðlastuðulsnevndini, men bað Løgmansskrivstovuna seta nevndina, tí hon metti seg vera ógegniga í hesum føri.

Mentamálaráðið fer tíðliga í heyst at lýsa møguleikan at søkja miðlastuðul.

placeholder

Meira langlesnaður