Mínboks vinnur fram

2016-05-24 09:17 Author image
Dimma

Á aðalfundi í felagnum Mínboks gjørdist greitt, at Kristjan Petursson tekur við sum stjóri eftir Ullu Joensen, sum heldur fram í nevndini í Mínboks.

Nevndin hevur skipað seg við Joel undir Leitinum, sum formanni og Ullu Joensen, sum næstforkvinnu. Hini í nevndini eru Kristjan Petursson og Tummas Nielsen, sum báðir eru nýggir í nevndini. Kjartan Thomassen er farin úr nevndini.

Føroyingar hava tikið Mínboks og Mínlykil til sín, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Talið av brúkarum á Mínboks og Mínlykil økist alsamt. Í dag eru 16.000 brúkarar á Mínboks, og er hetta ein vøkstur á 14% samanborið við í fjør. Og tað eru 14.500 brúkarar sum nýta Mínlykil, sum er ein vøkstur á góð 300% samanborið við í fjør. Brúkaratalið á báðum skipanum er vaksandi.

Fleiri stovnar og fyritøkur velja eisini at brúka Mínboks til samskifti. Ein av nýggjastu stovnunum á Mínboks er Landssjúkrahúsið, sum nú sendir innkallingar umvegis Mínboks. Brúkarar kunnu eisini samskifta við Landssjúkrahúsið umvegis skipanina.

Samstundis hevur Mínlykil tikið veruligt dik á seg. Við Mínlykil kunnu føroyingar rita inn í fleiri føroyskar skipanir so sum Mínboks, Borgaragluggin, Mínrokning, Tryggingarfelag Føroya, Betri Pensión, og fleiri aðrar skipanir eru ávegis.

- Skipanirnar eru undir støðugari menning til frama fyri talgilding av Føroyum. Skjótt ber til at rita inn við Mínlykil uttan fartelefonsamband. Hetta er ein hjálp hjá eitt nú teimum sum sigla og teimum sum ikki hava fartelefon, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Felagið Mínboks varð stovnað í 2013, og tá varð Mínboks-skipanin tendrað. Í 2014 varð Mínboks lagað til fartelefonir og teldlar, og tá sá Mínlykil dagsins ljós, og verulig gongd kom á at fáa eina felags talgilda innritan fyri Føroyar.

Eigarar av felagnum Mínboks eru Posta og Elektron, sum eiga hvør síni 50 prosent í felagnum.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður