Minni av svartkalva at fáa

Minni av svartkalva at fáa

2017-06-08 14:14 Author image
Emil Lisberg Jacobsen

Magnus Heinason hevur verið eftir svartkalva. Minni var at fáa enn undanfarin ár.

Magnus Heinason hevur verið í kantinum norður-eystur úr Fugloynni og roynt eftir svartkalva. Og fyribilsúrslitini siga, at tað var væl minni av svartkalva at fáa enn tað hevur verið undanfarnu árini, sum annars hava verið avbera góð. Veiðan av svartkalva var bert umleið helvtin í mun til 2015, verður sagt av Havstovuni. Eisini var minni at fáa av trantkongafiski og stóra kongafiski, men nakað meira var at fáa av toski, og smáfiskur var ímillum.

Fleiri magar vórðu kannaðir á túrinum. Føðin hjá svartkalva var í høvuðsheitum svartkjaftur, men tað kom eisini fyri, at onkur svartkalvi hevði etið makrel ella sild. Svartkjaftur var eisini høvuðsføðin hjá upsa, toski, blálongu og brosmu.

Túrurin byrjaði leygardagin 27. mai, og Magnus Heinason var aftur á Havnini týsdagin 6. juni. Á túrinum gjørdi Magnus Heinason eisini eitt legg suður á endan á Munkagrunninum, og ætlanin var at fara í vestara kant á Munkagrunninum, men har var ikki roynandi, tí nógv svartkjaftaskip lógu júst har, sum ætlanin var at trola, verður sagt av Havstovuni.

Veðrið var sera gott allan túrin. 

Kelda: Havstovan

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður