Minni fráflyting, økt tilflyting og økt burðaravlop

Savnsmynd

Minni fráflyting, økt tilflyting og økt burðaravlop

2017-05-15 12:42 Author image
Leif Láadal

Fólkatalið var 50.045 tann 1. apríl. Tað vaks við 762 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum apríl 2016 – mars 2017, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Bæði minkað fráflyting, økt tilflyting og økt burðaravlop skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Men samstundis hevur eisini burðaravlopið ment seg aftur upp á 300, eftir at tað fyri nøkrum fáum árum síðani var ein triðing lægri.

Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1176, ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.


Kelda: Hagstova.fo

placeholder

Meira langlesnaður