Minni til av svartkalva

Mynd: Jens Kr. Vang

Minni til av svartkalva

2017-06-15 09:27 Author image
Leif Láadal

Magnus Heinason hevur á hvørjum ári síðan 1995 gjørt ein túr í mai-juni, har dentur er lagdur á at fiska svartkalva undir Føroyum. Í ár var fiskiskapurin bert umleið helvtina av tí, sum var vanligt tey góðu árini frá 2008 til 2015. Eisini var minni at fáa av trantkongafiski og stóra kongafiski, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Roynt varð í ein landnyrðing úr Fugloynni og í kantinum eystanfyri og norðanfyri.

Høvuðsendamálið við túrinum var at kanna svartkalva: Nøgd, longd, vekt, aldur, kyn og kynsbúning. Umframt skuldu kanningar eisini gerast av øðrum fiskasløgum, sum vóru fingin. Eisini var hitin við botn skrásettur. Nytru- og magaprøvar vóru tiknir av svartkalva, toski, upsa, longu, blálongu og brosmu.


Frágreiðingin frá túrinum kann lesast HER

placeholder

Meira langlesnaður