Minnilutin vil steðga grótfyllingini á Sundi

Fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum Streymoyarmegin. Mynd: Jens Kr. Vang

Minnilutin vil steðga grótfyllingini á Sundi

2017-06-13 12:03 Author image
Leif Láadal

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð vilja hava málið viðvíkjandi grótútfyllan á Sundi fyri á fyrstkomandi almennum býráðsfundi.

- Til atkvøðugreiðslu á hesum fundi, mæla vit til, at grótið úr Eysturoyatunnlinum verður brúkt til innkomuvegin beinanvegin, sambært avtalu við Samferðsluráðið, Tunnilsfelagið og Tórshavnar býráð, sum býráðssamtykt er gjørd um, siga Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í skrivi sent miðlunum.

- Grótútfyllan á Sundi eigur at steðgast fyribils, soleiðis at høvið verður til at finna eina heildarloysn fyri hesum ídnaðarøki, verður lagt afturat.

placeholder

Meira langlesnaður