Minningarhald fyri børn, ið eru farin

Minningarhald fyri børn, ið eru farin

2017-11-02 12:21 Author image
Leif Láadal

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður Allahalganna sunnudag 5. november klokkan 16.00 í Havnar kirkju. Seinastu árini hevur verið vanligt, fyrsta sunnudag í november at skipa fyri minningarhaldi fyri børn í farin eru.

Derhard Jógvansson prestur prædikar og Benjamin Rajani luttekur við sangi. Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta.

Áðrenn gudstænastuna kl 15.30 er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra ljós og vit minnast børnini í kvirru.

Aftan á gudstænastuna verður drekkamunnur i Kirkjustovu. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir.

Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til slíkt minningarhald á fyrsta sinni í nov. 97. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður