Misti Oyggjaleikirnar

Mynd: Jóannes Símunarson Hansen

Misti Oyggjaleikirnar

2017-06-09 12:48 Author image
Símun Christian Olsen

Jógvan Petersen var 34 ára gamal, tá hann í 1989 spældi sín fyrsta altjóða skrásetta A-landsdyst, ein venjingardyst móti Kanada. Stutt seinni bleiv hann skaddur.

Fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum vóru í hæddini, tá Kanada kom til Føroyar at spæla tveir venjingardystir í apríl 1989. Oyggjaleikirnir skuldu vera á heimavølli í Føroyum á sumri hetta árið, og Páll Guðlaugsson, landsliðsvenjari, tók sum altíð fyrireikingarnar í stórum álvara. Í 1988 hevði B68 verið besta liðið í seinnu hálvu av føroysku landskappingini, men kortini var eingin toftamaður við á landsliðnum. Jógvan Petersen, ið var fluttur av veinginum fram í álopið, taldist millum mest eyðsýndu spælararnar undir John Kramer á Svangaskarði, og árið eftir komu landsliðsboðini.

Trý ár frammanundan hevði Kanada tikið lut í HM-endaspælinum í Meksiko, men bert tveir úr tí hópinum vóru við í Føroyum. Føroyska liðið var savnað í Klaksvík og búði á næmingaheiminum. Umframt teir báðar dystirnar móti Kanada, spældi landsliðið eisini venjingardystir móti føroyskum feløgum. Tann 14. apríl var fyrri dysturin móti kanadiumonnunum á skránni í Gundadali, men Jógvan slapp ikki á vøllin. Tveir dagar seinni var returdystur við Djúpumýru í Klaksvík, og hesa ferð kom ágrýtni toftamaðurin, ið júst hevði fylt 34 ár, á vøllin. Umstøðurnar vóru kortini heldur óvanligar. Hann kom nevniliga á vøllin fyri Gunnar Mohr í 32. minutti, men longu eftir 62. minuttum varð hann útskiftur.

– Tað mundi ikki ganga nóg væl hjá mær, tað gangi eg útfrá, men eg fekk ongantíð at vita frá Pálli, hví hann tók meg út, sigur Jógvan, sum eisini var settur á eitt pláss, har hann ikki var vanur at spæla.

Vart tú ónøgdur við at verða skiftur út aftur so skjótt?

– Ja, sjálvandi. Eg var ikki meir enn komin í gongd, áðrenn eg skuldi útaftur, sigur hann, men leggur afturat, at hann ikki gramdi seg kortini.

Beint undan Oyggjaleikunum var Jógvan Petersen óheppin.

– Eg fekk eitt ógvusligt tægraslit, sum tað tók fleiri mánaðir at koma yvir, so eg misti Oyggjaleikirnar. Tað var spell, tí tá var eg veruliga komin við á landsliðið, greiðir hann frá.

Jógvan spældi ikki nógv eftir hetta, og á sumri í 1990 flutti hann til Danmarkar við familjuni, har hann hevur búð mestsum øll árini síðani. Sostatt var landsliðsleiðin komin at enda, áðrenn hon veruliga var byrjað. Tá Føroyar spældi sín fyrsta undankappingardyst í altjóða fótbólti – tit kenna søguna – var Jógvan Petersen við í Landskrona. Hesa ferð kortini bert sum áskoðari, og hann sá føroyska landsliðið taka ein søguligan sigur.

– Hetta var bert hálvt annað ár eftir, at eg hevði spælt á liðnum, so um eg hevði hildið út eitt sindur afturat, hevði eg kanska verið við móti Eysturríki, flennir Jógvan.

---

Um Jónas Tór Næs kemur á vøllin í kvøld, tá Føroyar taka ímóti Sveis á Tórsvølli, fær støðugi bakkurin sín dyst nummar 50 við Merkinum á bringuni, og verður samstundis bert tólvti spælarin í føroysku landsliðssøguni, ið røkkur hesum dystartalinum. Tað eru hesir, ið vit oftast hoyra um og minnast. Spælarar sum Fróði Benjaminsen og Óli Jóhannesen, sum ferð eftir ferð hava bjóðað teimum stóru av.
Tað finnast kortini aðrir. Teir eru ikki so fáir, ið bert fingu ein dyst fyri Føroyar, og hvurvu aftur úr landsliðssøguni líka skjótt sum teir komu. Teirra søgur eru eisini verdar at fortelja, tí tær eru bæði áhugaverdar og stuttligar. Vit hava hitt nakrar av teimum.

placeholder

Meira langlesnaður