Móðurmálsdagurin verður hildin í Løkshøll

2017-02-23 08:22 Author image
Sigmund Vang

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13-16, upplýsir ráðið í skrivi sent miðlunum.

Móðurmálsdagurin verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs. Hann var føddur 25. mars 1819. Málráðið skipar fyri almenna móðurmálsdegnum, og í ár verður dentur lagdur á yrkismál. 

Tiltakið endar við, at ein móðurmálsvirðisløn verður handað.

Við at seta sjóneykuna á yrkismál vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki. Tiltakið er alment og ókeypis.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður