Moody's gevur Føroyum somu rating

2016-08-06 14:06 Author image
Dimma

Ratingfyritøkan Moody’s hevur kunngjørt teirra meting av Føroyum. 

Føroyar varðveita ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Útlitini eru framvegis støðug  og sæst við tað, at Føroyar hava megnað at halda seg til ætlanina at lækka hallið á fíggjarlógini til eitt ætlað yvirskot í 2016.

Styrkin í føroyska búskapinum sigur Moody’s vera búskaparligt sjálvstýri, støðug viðurskifti við Danmark og stórt gjaldføri, sum minkar um endurfíggingarváðan.

 

Hinvegin eru avbjóðingarnar, at búskapurin er so tengdur at fiskivinnuni og fiskaaling. Ein onnur avbjóðing er, at Føroyar hava havt hall á fíggjarlógini í nógv ár, og at Føroyar eru so bundnar at stuttari fígging, sum er 5 ára lán.

Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina betri rating, eru um fíggjarlógin aftur kemur í langtíðar javnvág, um skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni, og um Føroyar vórðu minni tengdar at stuttíðarfígging.

Hinvegin eru eisini viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina verri rating. Tað er eitt nú, um hallið á fíggjarlógini ikki verður burtur, um skuldin veksur nógv meira, um viðurskiftini við Danmark versna og um onkur óheppin skelkur rakar fiskivinnuna.

placeholder

Meira langlesnaður