Borgarar bjóða til mótmælisfund um havnaútbygging á Skansanum

2016-08-10 17:41 Author image
Dimma

- Ætlanin fyri havnarútbyggingina varð samtykt 4. august, men okkara rødd tagnar ikki her. Verið vælkomin á mótmælisfund á Skansanum 13. august kl. 11.

Soleiðis sigur mótmælisbókurin “Steðgið havnaútbyggingini” í tíðindaskrivi.

- Hóast tað kann tykjast sum at stóra havnarútbyggingin í næstum fer at gerast óunniligur veruleiki, meta vit ikki, at vit kunnu steðga her, og vóna tí at síggja nógv, ið vilja stuðla ella taka lut í tí framhaldandi arbeiðinum, siga fyrireikaranir.

Tey siga, at meiningin hjá borgarunum eigur eisini at telja. Skipað verður fyri fyrst fyri samrøðustovu, har havnarútbyggingini verður umrødd, hvørjar meiningarnar eru, og hvat kann gerast. Síðan verður mótmælisgonga frá Skansanum niðan á Vaglið.

Skráin fyri tiltakið verður hendan:

11.00-11.20 Livandi tónleikur
11.20-11.30 Vælkomin/røða
11.30-12.15 Samrøðustova
12.15-12.30 Livandi tónleikur
12.30-13:00 Samanumtøka av samrøðustovuni
13.00-13:30 Mótmælisgonga niðan á Vaglið

Fyriskiparar av tiltakinum  eru fólkini handan facebook bólkin ”Steðgi Havnarútbyggingini”.

placeholder

Meira langlesnaður