Mugu samstarva tvørtur um ítróttagreinar  

2016-08-24 14:07 Author image
Dimma

Olympisku leikirnir í Rio eru lidnir, og fyri triðju ferð á rað hevur ein føroyingur kappast á leikunum. Felags fyri Katrin Olsen í 2008 og Pál Joensen í 2012 og 2016 er, at tey kappaðust undir donskum flaggi, tí Føroyar ikki eru limir í altjóða olympisku nevndini IOC.

Føroyingar hava leingi roynt at gerast limir í IOC, men higartil uttan eydnu, og útlitini fyri limaskapi tykjast í løtuni ikki at vera serliga góð.

Sigast kann, at tað nærmasta, Føroyar koma olympisku leikunum, eru oyggjaleikirnir, sum føroyingar – undir føroyska Merkinum – hava verið við í síðani byrjanina í 1985. Men nógv er hent hesi seinastu meir enn 30 árini. Fleiri sersambond hava fingið altjóða góðkenning og limaskap, og hjá fleiri ítróttagreinum eru eftirhondini meira spennandi altjóða avbjóðingar enn oyggjaleikirnir at finna.


Samstarv er lykilin

Ein av veteranunum í føroyskum ítrótti, ikki minst í oyggjaleikahøpi, er Heri Ziska. Hann var við á oyggjaleikunum fyrstu ferð í 1989 og hevur so verið við hvørja ferð síðani 1993, og harumframt hevur hann eisini luttikið í øðrum altjóða kappingum. Seinnu árini er hann eisini vorðin venjari, umframt at hann sum vera man øll árini hevur fylgt væl við í bæði føroyskum og altjóða ítrótti.

Sum tey flestu vónar hann, at tað fer at eydnast Føroyum at fáa limaskap í IOC. Heri Ziska heldur, at vit í Føroyum hava ítróttafólk, sum kundu umboðað Føroyar væl á leikunum – hetta hevur Pál Joensen jú longu víst – men hann heldur tað vera av stórum týdningi, at vit her heima halda fram við at menna ítróttaumhvørvið og umstøðurnar til at venja og íðka ítrótt, eisini so vit eru so klár sum tilber, tá IOC-limaskapurin – vónandi – eina ferð verður veruleiki.

Og lykilin til menning liggur í samstarvi, heldur Heri Ziska. Samstarvi millum tær mongu ítróttagreinarnar, sum verða íðkaðar í Føroyum.

- Um vit skulu koma longri fram í føroyskum ítrótti, er neyðugt, at tær ymsu ítróttagreinarnar fara at samstarva meira, sigur Heri Ziska avgjørdur.

- Tað verður so ofta sagt, at vit í Føroyum eru ov smá, og at vit tí ongar møguleikar hava á tí stóra pallinum, men lat okkum so brúka tað til okkara fyrimun, at vit eru smá. Veruleikin er, at júst tí vit eru smá, hava vit fantastiskar møguleikar, sum onnur ikki hava. Møguleikar fyri at savna allar tær góðu kreftirnar og samstarva tvørtur um ítróttagreinar, sigur Heri Ziska.

Hann vísir á, at nógv børn og ung íðka fleiri ymsar ítróttagreinar, og tað er gott.

- Til dømis kunnu børn, sum venja fimleik, fáa eina góða grundvenjing til aðrar ítróttagreinar. Men eg sakni eitt betri samstarv millum ítróttagreinarnar. Sum oftast er samskiftið millum ítróttagreinarnar defensivt. Man er bangin fyri at missa íðkandi til aðrar ítróttagreinar, men tá snýr tað seg ikki um íðkaran, men um felagið. Lat okkum seta íðkaran í fokus, sigur Heri Ziska.

Hann hugsar til dømis um, at ymsar ítróttagreinar kunnu vera felags um eitt nú ítróttapsykologar og fysioterapeutar, í staðin fyri at øll arbeiða hvør í sínum lagi.


Byggið ein ítróttadepil

Serliga í liðítrótti verður ofta sagt, at saman standa vit sterkari, og tað kann saktans eisini vera galdandi fyri umstøðurnar, sum tær ymsu ítróttagreinarnar í løtuni virka undir.

Eitt er samstarv tvørtur um ítróttagreinarnar, men Heri Ziska er eisini sannførdur um, at fyri at menna føroyskan ítrótt meira er neyðugt við einum meira savnandi ítróttadepli. Og hann skal vera í Havn.

- Í mínari verð er eingin ivi um, at vit eiga at byggja ein veruligan ítróttadepil, har føroyskur ítróttur verður savnaður saman. Og hesin depilin má vera í Havn. Tað er her fólkið er, og tað er her útbúgvingarstovnar og arbeiðspláss eru, umframt at Tórshavnar kommuna er tann einasta kommunan, sum hevur pengarnar til eina sovorðna verkætlan, sigur Heri Ziska, sum hevur stóra virðing fyri arbeiðnum við langhylinum, sum vágbingar hava gjørt, og sum nú stendur liðugur sum Páls Høll í Vági.

Men um dreymurin hjá honum um ein stóran ítróttadepil verður veruleiki, sær hann ongan annan møguleika enn, at hesin depilin verður í Havn.

- Eitt sovorðið kraftsentur mitt í Føroyum hevði veruliga skumpað undir menningina av føroyskum ítrótti, heldur Heri Ziska.


Hallir og svimjihyl

Men hvat er tað fyri ítróttadepil, Heri Ziska sær fyri sær í høvuðsstaðnum? Hann nevnir fýra høvuðsynski.

- Fyrst og fremst eina multi-høll, har vit kunnu hava stór “event” av ymsum slag, og har aðrar smærri hallir verða lagdar afturat til ymsar ítróttir. Har kunnu vit eisini hava test-sentur, fysioterapi, lækna og annað, sum allar ítróttagreinar kunnu fáa gleði av, og fyrisitingin hjá ÍSF kann eisini vera har, sigur Heri Ziska.

- Vit skulu eisini hava ein 50 m langan svimjihyl. Eg veit, at ein er í Vági, og tað havi eg virðing fyri, men sum sagt, so ivist eg ikki í, at ein ítróttadepil við einum sovorðnum svimjihyli knýttum at sær má vera í Havn, sigur hann.

- So skulu vit eisini hava eina fótbóltshøll. Hví ikki inniloka Tórsvøll til eina fótbóltshøll og so leggja tjóðleikvøllin onkra aðrastaðni, spyr Heri Ziska og leggur so afturat:

- Og so skuldi hesin depilin eisini havt eina høll til frælsan ítrótt – altso eina veruliga høll, sum lýkur altjóða krøv, og sum, eins og við eini fótbóltshøll, gevur góðar venjingarumstøður alt árið runt.

Harumframt eigur depilin at hava umstøður til dopingeftirlit og til at hava bæði føroysk og útlendsk ítróttafólk og -lið búgvandi. Heri Ziska sær fyri sær, at ein sovorðin ítróttadepil verður bygdur í høvuðsstaðnum og helst soleiðis, at alt er samanbygt, so tú kanst ganga ímillum uttan at gerast vátur, so at siga.


Byggja har veljarin er

Men hvussu fjarur frá veruleikanum er hesin ítróttadepilin? Ber tað yvirhøvur til hjá føroyingum at byggja so góðar umstøður til ítróttin?

- Í mínari verð loysir tað seg líka so væl at byggja eitt stórt sum at byggja 20 lítil. Vit byggja nýggjar ítróttahallir og –vøllir í høvuðsstaðnum, men tað er í hvør sínum heraðshorni, um tað so er í Hoyvík ella á Argjum. Kommunan byggir, har veljarin er plaseraður, sigur Heri Ziska.

Hann vísir eisini á, at við at byggja alt á einum stað verða færri bygningar á sama tali av fermetrum og nyttuvirðið verður størri, tí ítróttagreinarnar kunnu vera felags um til dømis rúm til fysiska venjing, skiftingarrúm, fundarhølir og so framvegis. Og harumframt hevði ein sovorðin depil gjørt tað lættari at fingið størri altjóða ítróttatiltøk til landið.

Sum vera man er tað ikki bíligt at byggja ein sovorðnan ítróttadepil, sum Heri Ziska sær fyri sær, men hann heldur, at fígging kann fáast til vega frá Tórshavnar kommunu, landinum, ÍSF og frá privatum íleggjarum, til dømis fyritøkum, sum aftur fyri stuðul kunnu fáa eina høll navngivna eftir sær, eins og vit kenna tað úr øðrum londum.

 
Hevur flutt seg

Heri Ziska heldur, at ítrótturin í Føroyum hevur flutt seg nógv seinastu árini. Føroyingar gera seg galdandi í altjóða kappingum í eitt nú svimjing og rógving, men sum oftast er tað “hóast” heldur enn “júst tí” umstøðurnar í Føroyum eru, sum tær eru – Pál Joensen byrjaði í einum 12,5 m langum hyli – men nú ræður um at skapa karmarnar í Føroyum, so menningin kann halda fram.

Men tað krevur samstarv millum allar partar, sum varða av føroyskum ítrótti, og ikki minst millum ítróttagreinarnar sjálvar.

- Vit vita, at ung ítróttafólk flyta av landinum í lestrarørindum. Soleiðis fer tað altíð at verða, og tað mugu vit góðtaka. Men við at geva teimum tær bestu umstøðurnar her heima kunnu vit vera við til at geva teimum eina góða grund til at koma heim aftur eftir loknan lestur, sigur Heri Ziska. 

placeholder

Meira langlesnaður