Talibanski leiðarin váttaður deyður

2016-05-25 09:08 Author image
Dimma

Taliban váttar nú, at leiðari teirra, Mullah Akhtar Muhammad Mansour, er deyður. Talibanski leiðarin doyði av einum amerikonskum dronuálopi mánadagin.

Hetta skrivar New York Times úr Kabul í Afganistan.

Nýggjur talibanskur leiðari er útnevndur at verða Mawlawi Haibatullah Akhundzada, sum hevur verið varaleiðari.

Amerikanska forsetin Barack Obama segði mánadagin, at Mullah Mansor var dripin einum dronuálopi leygardagin í einum landsluti í Pakistan.

placeholder

Meira langlesnaður