12 vindmyllur til Suðuroyar

2017-04-06 12:28 Author image
Sigmund Vang

SEV mælir til stórar grønar útbyggingar í Suðuroynni og eina vindmyllulund aftrat í høvuðsstaðarøkinum. Hesi bæði stigini á grønu kósini skulu fáa elorkuna úr varandi orkukeldum upp á 70 prosent av elframleiðsluni tilsamans. Tað upplýsir felagsskapurin á heimasíðu síni.
Eftir tætt samskifti við orkumyndugleikan, ORKA, mælir SEV til at seta upp 12 vindmyllur í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Haraftrat metir elfelagið, at stundin er komin at byggja eina vindmyllulund við battarískipan aftrat í høvuðsstaðarøkinum. Um alt gongst eftir ætlan, kunnu hesar báðar verkætlanir fara í gongd í 2018, sigur SEV.


Kelda og lesið meira HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður