Systkin úr Trongisvági sýna fram á altjóða myndlistafestivali

2017-02-10 13:52 Author image
Sigmund Vang

Hettar vikuskiftið eru Katrin og Rói Einarsson í Helsinki, Finlandi, og sýna fram á Art Arctica, sum er altjóða myndlistafestivalur.

Tey eru tey einastu í ár, sum umboða Føroyar á hesari stevnuni. Serliga snýr hann seg um list, ið tekur íblástur úr arktiskum og sub-arktiskum klima; tað landslagið og tær søgur sum hoyra har til.

Myndirnar, sum eru 10 í tali, eru gjørdar serliga til festivalin, og snúgva seg um yvirnátúrligar søgur úr Føroyum.

Myndirnar eru gjørdar við ljósi í rammunum, og skulu upplivast í myrkri.

Katrin og Rói Einarsson eru systkin úr Trongisvági. Tey hava bæði tikið bachelor-prógv í illustratión á Blackpool and the Fylde College í Englandi.

Lesið meira um myndlistafestivalin Art Artica HER

  

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður