Myndugleikarnir mugu senda røttu signalini

Myndugleikarnir mugu senda røttu signalini

2017-07-02 17:28 Author image
Georg L. Petersen

- Avgerandi fyri rekrutteringina av serlæknum verða tey signal, sum koma frá politiska myndugleikanum í komandi orðaskifti. Eitt signal, sum greitt sigur í hvønn mun okkara politiski myndugleiki vil fremja nevndu átøkini. Potentiellu umsøkjararnir, undir útbúgving, koma at sita undir hvørjum orði. So mikið hava vit sæð, seinast frá brævi, undirritað av sløkum 30 serlæknalesandi. Hesi kunnu jú lættliga fáa fast starv uttanlands – og kanska koma heim sum konsulentar í einar tvær vikur av og á, skrivar fyrrverandi yvirlæknin og læknastjórin, Petur Ellefsen, í viðmerking.

- Bæði innan kommunulæknaskipanina og innan sjúkrahúsverkið hevur stóri trupulleikin verið, at tað ikki er eyðnast at rekrutera serlæknar í almen medisin til kommunulæknastørvini, og serlæknar í ymisku sergreinunum til sjúkrahúsverkið, skrivar Petur Ellefsen í eini kronikk, sum kann lesast HER

Petur Ellefsen skrivar millum annað:

"Sambært útrokningum, sum Læknafelag Føroya hevur gjørt, eigur talið av serlæknum fyri okkum 50.000 íbúgvar at vera nærum tað dupulta, um vit rokna í mun til t.d. Danmark.

At hækka talið av normeraðum serlæknun til 65-70 krevur hægri játtan. Í løtuni arbeiða 32 serlæknar á Landssjúkrahúsinum, av hesum eru 12 omanfyri 60 ár. Afturat eru 15 størv, sum ikki eru sett, grundað á manglandi umsøkjarar. Hvussu stórt neyðuga talið verður, veldst m.a. um, hvørjar uppgávur smáu sjúkrahúsini koma at hava í framtíðar sjúkrahúsverkinum. Neyðugt er við eykajáttan uppá 10-tals milliónir árliga, um núverandi tal av deildum og serlæknaøkjum skal varðveitast. Hinvegin kann ein yvirlæknavikarur ella konsulentur kosta minst dupult so nógv um mánaðin, sum ein yvirlækni í føstum starvi.

Um politiska skipanin góðtók eina líknandi normering, yvir eitt fastlagt áramál, vildi tað uttan iva fingið føroyingar undir útbúgving at umhugsa fast starv í Føroum.

Her er bert læknamangul viðgjørdur. Um tað eyðnast at rekruttera fleiri serlæknar, verður sjálvsagt eisini neyðugt at uppnormera onnur starvsfólk, serliga sjúkrarøktarfrøðingar.

Av royndum vita vit, at politiskt orðaskifti um sjúkrahúsverkið hevur lyndi til at drukna í kegli um tey smáu sjúkrahúsini. Gott hevði sjálvandi verið, um semja kundi fingist um hvønn leiklut KS og SS eiga at hava í føroyska sjúkrahúsverkinum framyvir, men tað eigur ikki at sleppa at skugga fyri, at tað er Landssjúkrahúsið og harvið tað føroyska sjúkrahúsverkið, sum stendur fyri hóttafalli.

Nú vil tíðin so vísa, um komandi ”yvirstjórin” kann fáa eitt nútímans sjúkrahúsverk at virka eftir tørvinum í 2017 – í kørmum, sum kanska vóru hóskandi fyri 60-70 árum síðani."

placeholder

Meira langlesnaður