Nýtt uppsjóvarskip til Klaksvíkar

2017-02-13 13:22 Author image
Sigmund Vang

Í morgin kemur nýtt uppsjóvarskip í flotan fyri Næraberg. Talan er um skipið Research, sum er keypt úr Hetlandi. Skipið fær navnið Borgarin.

Skipið er bygt í 2003, men hevur samanlagt bert verið í rakstri í trý ár, tí fiskiskapurin hjá hetlendingum hevur verið skipaður soleiðis, at skipið bert hevur verið til fiskiskap tveir til tríggjar mánaðir um árið, upplýsir P/F Næraberg.

Research tekur umleið 2.700 tons av svartkjafti, er 14,5 m breiður og 78,5 langur. Maskinan er 10.500 hestakreftir.

- Síðani P/F Næraberg varð stovnað, hevur felagið at kalla alla tíðina roynt at virka fiskin umborð; tað vil siga heilfryst fiskin ella gjørt surimi umborð, men við nýggja skipinum verður miðjað eftir at flyta hesi arbeiðspláss upp á land, tí mett verður, at hetta er meira lønsamt við núverandi kvotuútlitum og fiskiskapi, sigur reiðaríið.

Borgarin verður á Klaksvík fyrrapartin týsdagin 14. februar.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður