Nærkast fullum Tórsvølli til steypafinaluna

2016-08-26 09:22 Author image
Dimma

Nú byrjar av álvara at styttast til stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF verður sparkað í gongd. Fyrsta finalan verður spæld fríggjakvøldið klokkan 19, og síðani verða fýra finalur spældar leygardagin, sum endar við finaluni um Løgmanssteypið.

Atgongumerkjasølan til Løgmanssteypsfinaluna hevur gingið væl, og um 18-tíðina hósdagin høvdu næstan 4.000 ognað sær eitt atgongumerki til stóra dystin leygarkvøldið.

- Vit eru sjálvandi glað fyri, at áhugin fyri finaluni um Løgmanssteypið er so stórur. Pláss er fyri 4.800 áskoðarum á Tórsvølli, og vónandi verður fult, ella har á leið, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

placeholder

Meira langlesnaður