Næmingar við á fjarðakanning

Næmingar við á fjarðakanning

2017-09-12 14:41 Author image
Innsent

Seint í summar var Magnus Heinason á fjarðakanning, har havfrøðiligu viðurskiftini á Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum vórðu kannað. 

Ofta eru lesandi á Fróðskaparsetrinum við slíkar túrar, og í ár vóru tað 18 lívfrøðilesandi, sum vóru við. Tey eru júst byrjað upp á annað lestrarár og taka nú eitt grundskeið við heitinum "Jørð, hav og luft".

Á túrinum kunnaðu næmingarnir seg um ymsu mátingarnar, sum verða gjørdar á einum tílíkum túri, og so hvørt hita- og salt-tølini vóru klár, settust næmingarnir at meta um hydrografisku støðuna á Skálafirði hendan dagin.

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður