Námslektari ivast í landsroyndunum

2016-06-02 09:56 Author image
Dimma

PISA-royndirnar góvu føroysku skúlunum ein ordans hvøkk. Føroyar lógu heilt niðarlaga, tá ið avrikini hjá føroysku næmingunum vóru samanborin við næmingar aðrastaðni í heiminum.

PISA fekk myndugleikarnar at seta fleiri tiltøk í verk, sum skuldu bøta um føroyska skúlaskapin. Millum annað varð sonevnda landsroyndin endurreist við tí endamáli at lyfta fakliga støðið. Men sambært námslektara á Námsvísindadeildini, kunnu hesar royndirnar vera til fánýtis, tí tær siga ov lítið.

Tað sigur hann í nýggjasta Skúlablaðnum.

- Úrslitini av landsroyndum og PISA siga einki um, um skúlin er vánaligur ella góður; úrslitini siga bara, hvussu júst árgangurin, sum hevur verið til roynd, klárar seg, tí árgangir kunnu vera ymiskir, sigur Dagbjartur Debes, námslektari.

Skúlamyndugleikarnir gjørdu 45 tilmæli eftir fyrsta føroyska PISA-úrslitið. Tey skuldu bøta um undirvísingina og lyfta føroysku næmingarnar fakliga. Námslektarin setir spurnartekn við, um eitt nú landsroyndirnar hava gagnað, tí hóast nógvu tiltøkini flyta Føroyar seg bara spakuliga uppeftir PISA-stiganum.

- Komandi vetur koma aftur PISA-úrslit, ið geva føroyska skúlanum karakter. Vísir tað seg aftur tá, at okkara næmingar ikki klára seg betur samanborið við seinastu kanning, kunnu vit siga, at landsroyndirnar ikki hava havt ta ávirkanina sum ætlað, sigur Dagbjartur Debes.

Ein trupulleiki er, at partar av skúlanum ikki megna at brúka landsroyndirnar gagnliga.

- Vit síggja dømi um skúlar, sum megna at lyfta seg fakliga ár fyri ár, tí úrslitini gerast betri, men vit síggja eisini tað øvugta, at flokkar, sum klára seg nøkunlunda í fjórða flokki, tvey ár seinni klára seg væl verri í 6. flokki, og somuleiðis flokkar, sum klára seg undir miðal, og tvey ár seinni liggja á sama stigi, sigur Dagbjartur Debes við nýggjasta Skúlablaðið.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður