Danska tjóðsavnið leggur føroyskar myndir á netið

2016-08-03 09:43 Author image
Dimma

Um 1600 søguligar myndir, sum vísa føroyska náttúru, føroyskan byggi- og klædnasið, umframt føroyskt gerandislív er gjørdar alment atkomuligar á Nationalmuseets Samlinger Online.

Talan er serliga um myndir frá 1890-1950, boðar danska tjóðsavnið frá.

Myndirnir geva eitt ítøkiligt innlit í føroyskar siðir og siðvenjur, serliga hvussu arbeiðið var framt í samljóði við náttúru og umhvørvi. Talan er bæði um fiskarí, seyðahald og fuglaveiði og mangt annað. 

- Myndirnar eru stóran mun við til at siga føroysku søguna frá endanum av 1800-talinum og fyrstu helvt av 1900-talinum, sigur Wibeke Haldrup Pedersen, museumsinspektørur.

Tað serliga við hesum tiltakinum er, at fólk kunnu seta seg at leita heimanífrá.

- Myndirnar eru allar góðar, stuttligar og hugvekjandi, so tað er bara et koma í gongd, sigur Wibeke Haldrup Pedersen.

Nógvu myndirnar kunnu síggjast her

placeholder

Meira langlesnaður