Náttúran skal verjast - eisini á sjógvi

Náttúran skal verjast - eisini á sjógvi

2017-10-25 15:41 Author image
Innsent

Fyri eitt oyggjasamfelag er einki so sjálvsagt sum, at ávís øki fram við landi verða friðað. Men hóast fólk í Føroyum altíð hava havt tætt tilknýti til havið, metir friðingarnevndin fyri Vága sýslu ikki, at sjóøki kann friðast. Sambært hesi meting kunnu alifyritøkur leggja seg allastaðni, eisini í økjum, sum hava stóran týdning fyri rekreatión, og sum eru viðbrekin búøki hjá villum djórasløgum. Ein rættilig viðgerð eigur at verða gjørd av friðingarmøguleikum, tí um sjógvur ikki er vardur, er hetta miðvís vanrøkt av náttúruni í Føroyum, sum ikki er í samsvari við altjóða viðtøkur.


Eins og grannalond okkara, hava Føroyar tikið undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi - Convention on Biological Diversity. Sáttmálin snýr seg um vernd og burðardygga nýtslu av náttúruni, og fyri at fylgja sáttmálanum, er tað vanlig mannagongd, at lond friða økir bæði á landi og á havi. Sambært ST eru í dag 5,7% av heimsins sjóøkjum friðað, og útlit eru til, at hetta fer at økjast til 10% í 2020. Friðing av náttúruøkjum er eitt týðandi amboð at avmarka dálking frá einum vaksandi ídnaði og at tryggja djórastovnar. Ótálmaður ídnaðarligur vøkstur elvir til stórt tap í lívfrøðiligum margfeldi, og ger, at møguleikarnir hjá fólki at fáa mat til vega úr náttúruni verða skerdir.

Nógv fólk hava alment gjørt vart við, at økið á Víkum ikki skal verða givið burtur til aling. Yvir 500 undirskriftir eru savnaðar inn fyri at friða økið, og áhugin fyri at verja náttúruna á Víkum skal verða tikin í álvara. Tey, sum hava vald og umboða fólkaræðið, eiga at lurta eftir hesum røddum, tí tað er teirra fremsta uppgáva at tryggja fólki rættin til eina náttúru, sum megnar at veita burðardyggan mat og annað gagnligt.

Um smáar fýra vikur verður áheitanin um at friða økið á Víkum viðgjørd í yvirfriðingarnevndini. Vónandi fer úrslitið at taka hædd fyri teimum mongu, sum á einhvønn hátt eru knýtt at náttúruni á Víkum, og sum vilja lata hetta ríkidømi víðari.

Vinaliga,
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður