Navia væl ílatin til ringa veðrið á G!

2016-07-15 22:31 Author image
Jákup Højgaard

Hóast veðrið vórðu heitu pottanir á sandinum væl vitjaðir í morgun, men festivaløkið bleiv heldur tómligt aftaná at teir máttu steingja vegna áarføri. 

Ringa veðrið hevur eisini ávirkað nógvu keypsbásanir á økinum, ið eisini hava verið stongdir vegna veður. Ein básur er í hvussu so er opin. Væl brynjaður til ringa veðrið stendur Navia básurin við bundum troyggjum, gummistyvlum og øðrum, ið óivað kemur væl við hjá einum karmraktum festivalgesti. 

- Festivalmótin er blivin til ullintartroyggur og klæðir, ið hóska til veðurlagið, so har passa vit væl inn. Afturat tí so standa vit eisini fyri G! troyggjuni, sigur ein væl ílatin Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum stendur fyri Navia.  

- Tað ræður um at fyrireika seg. Vit vistu, at ein av døgunum fór at verða ringur, men vit vistu bara ikki hvør. So vit fyrireikaðu okkum væl við góðum tjaldi og settu upp, so ættin ikki stóð beint inn á inngongina til básin.

Ikki fleiri framførslur verða á sandinum í dag vegna veður. Songhoy Blues og Steve n' Seagulls, sum skuldu spæla á sandinum, eru flutt niðan á spæliplássið, og Eivør, sum skuldi spæla í dag, er flutt til í morgin. 

placeholder

Meira langlesnaður