Neistakvinnur hava fingið brasilskan landsliðsvenjara

2016-06-07 21:31 Author image
Dimma

Tá ið neistakvinnur í næstum fara at spæla í Evropa, so verður tað við einum brasilskum venjara við ábyrgdini. Neistin hevur í dag skrivað sáttmála við Danilo Gagliardi, upplýsir Neistin í kvøld, hann avloysir Flemming Raben og Jacob Jónsson.

Og tað er veruliga ein fongur, sum Neistin hevur fingið. Danilo er 35 ára gamal og kemur úr einum starvi hjá brasilska hondbóltssambandinum, har hann seinastu árini hevur verið partur av toyminum rundan um brasilska kvinnulandsliðið, sum í 2013 gjørdist heimsmeistari í hondbólti.

Danilo er í Føroyum hesa vikuna og kunnar seg um umstøðurnar, og í gjárkvøldið hevði hann eisini eina venjing við neistakvinnunum. Mikukvøldið kl. 19 stendur hann á fyrsta sinni á odda fyri Neistanum, tá kvinnurnar spæla venjingardyst í Høllini á Hálsi móti U-18 kvinnulandsliðnum. Seinni í vikuni venur hann eisini onnur lið hjá Neistanum.

Ætlanin er ikki einans, at Danilo Gagliardi skal venja bestu kvinnurnar, men at hann skal hava ábyrgdina av talentmenningini á kvinnusíðuni.

Neistakvinnur, sum seinasta kappingarár vunnu 41. føryameistaraheitið í hondbólti, hava stórar ætlanir til komandi kappingarár, millum annað hevur felagið meldað til evropisku kappingina hjá EHF.

Danilo er giftur við Julianu og tey flyta bæði til Føroya í august, tá hann tekur við starvinum sum venjari.

Danilo Gagliardi hevur skrivað undir við Neistan

placeholder

Meira langlesnaður