Neistin fer út í Evropa

2016-06-06 15:02 Author image
Dimma

- Vit ætla okkum at fara út í Evropa. Freistin at melda til var 1. juni, so vit vita ikki so nógv enn, men vit ætla okkum heilt sikkurt at gera okkara besta.

Soleiðis sigur Súna Mørk, forkvinna í Neistanum, nú kvinnurnar í felagnum fara út at spæla í kapping fyri meistarar í Evropa.

Fyrsta umfar í evropiski kappingini plagar at vera um miðjan oktober, og enn er ikki greitt, hvør skal leika móti hvørjum, og tí veit Neistin heldur ikki enn, hvør avbjóðing bíðar teimum. Talan verður tó ikki um at møta sterkastu tjóðunum at byrja við í øllum førum.


Meistaraheiti nummar 41 skal lønast

Neistakvinnur vunnu sítt 41. meistaraheiti fyrr í ár. Hetta var annað árið á rað, tær gjørdust meistarar, og tær vunnu eisini steypakappingina og harvið greipuna farna kappingarárið.

- Okkara kvinnur hava gjørt tað serstakliga gott og hava vunnið nógv eftirhondini, men tær hava ikki roynt at verið við í Evropa, og tað halda vit sum felag, at teir skulu sleppa. Vit halda tað vera spennandi at síggja, hvussu langt tað røkkur, og hvussu sterkt liðið er, sigur Súna Mørk.


Egið tilfar

Tað serstaka við Neistanum í ár samanborið við meistarar seinnu árini, er at Neistin var eitt lið við føroyskum spælarum, har nógv tær flestu eisini eru uppvaksnar í felagnum. Og tí er lagið gott og spenningurin sera stórur í felagnum í løtuni.

- Vit vilja eisini geva teimum hesa avbjóðingina afturat. Tað er serstakt, at hetta meistaraheitið er vunnið við egnum leikarum, og vit vilja vita, um vit kunnu gera tað uppaftur betri, sigur Súna Mørk.

Hópurin komandi ár er stórt sæð tann sami, sum hann hevur verið. Venjingin er byrjað aftur, tær høvdu bara heilt stutta feriu, og tað er bara juli mánaður, har ikki vant verður í høll, men tá hava kvinnurnar eina kropsliga venjingarskrá, tær skulu fylgja.

Hava luttikið áður
Neistin hevur áður luttikið í Evropa Cup, men tað eru rættiliga nógv ár síðan, tá ið Neistin var fullkomuliga einaráðandi í føroyskum hondbólti.

Neistin hevur fýra ferðir áður leikt Evropa Cup. Í 1978-79 leiktu tær móti polsku meistarunum KS Ruck og árið eftir leiktu tær móti Fram úr Íslandi. Fyrst í 80-árunum leikti Neistin so fyrst móti Frederiksstad úr Noregi og Yrsta úr Svøríki.

Tær ferðirnar taptu neistakvinnur nokk so greitt, tí mótstøðan var so hørð. Nú er talan um eina undankapping, har til ikki ber at møta teimum heilt sterku liðunum beinanvegin, og tí er kjansurin betri fyri at møta javnari mótstøðu.

   

  

placeholder

Meira langlesnaður