Nema hevði bíligasta tilboðið

Mynd: Tórshavnar Kommuna

Nema hevði bíligasta tilboðið

2017-09-26 12:11 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu upplýsir í dag, at tilboðini at veita flytilig áskoðarapláss til Høllina á Hálsi nú eru latin upp. Fýra tilboð komu inn og hevði Nema tað bíligasta tilboðið. Tilboðini kostaðu ímillum sjey og hálvusættu milliónir krónur. 

Høllin á Hálsi verður í løtuni bygd, soleiðis at tveir handbóltsvøllir kunnu húsast í høllini. Áhugin og virksemið í høllini er nevniliga somikið stórt, at høllin leingi hevur verið ov trong. Flytiligu áskoðaraplássini fara at gera, at møguleikarnar til at brúka høllina gerast fleiri og sostatt verður virksemið meira effektivt.

Tær fyritøkurnar ið komu við tilboðið vóru:

Unisport, Eikin: kr 6.965.436
Inventartænastan: kr 5.600.000 (alternativ boð: kr 5.320.000)
Laiderz: kr 5.876.841
Nema: kr 5.536.024

Sum sæst hevði Nema bíligasta tilboðið. Nú fara tilboðini til politiska viðgerð.

 



Meira langlesnaður