Nephew vitjar hesaferð Havnina

Nephew vitjar hesaferð Havnina

2017-11-03 11:29 Author image
Innsent

Fyriskipararnir av Okkara Voxbotn boða í dag frá, at kendi danski rokkbólkurin Nephew verður eitt av høvuðsnøvnunum í Vágsbotni 30. juni komandi ár.

Nephew hevur áður spælt í Føroyum, men tá hevur tað verið í Gøtu á G!. Hesaferð gongur leiðin til Havnar.

Nephew telist millum kendastu bólkarnar í Danmark seinnu árini,. Bólkurin hevur selt yvir hálva millión fløgur, vunnið 9 Danis Music Award-heiðurslønir, 13 Gaffa-heiðurslønir og 5 P3-Guld heiðurslønir síðani teir sligið ígjøgnum í 2004.

Nephew hevur ikki verið á palli síðan á Smukfest í Skanderborg í 2014. Men nú hava limirnir so boðað frá, at bólkurin fer á pall aftur, har teir fara at spæla í Boxini í Herning og í Royal Arena í Keypmannahavn í oktober næsta ár. Og longu nú, eitt ár frammanundan, eru báðar konsertirnar útseldar.

- Vit kunnu ikki lata vera. Nephew er sum ein familja. Eftir at hava roynt ymiskt annað, sakna vit nú at spæla og hava tað stuttligt saman við familjuni aftur, sigur Simon Kvamm, forsangari í Nephew sambært fyriskiparunum av Voxbotni.

Forsølan til Voxbotn 2018 byrjar í leygardagin kl. 16.00 í Power í SMS og á ebillett.fo

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður