Netsavnið: 3587 føroyskar heimasíður skrásettar

2017-01-19 13:12 Author image
Sigmund Vang

Føroyskar heimasíður verða goymdar í dátasavninum "Føroyska Netsavnið". Í løtuni eru 3587 heimasíður í savninum. Landsbókasavnið savnar bert almennar síður frá internetinum. Heimasíður við avmarkaðari atgongd umvegis innritan, sum t.d. innannet hjá fyritøkum, eru ikki almennar og verða ikki innheintaðar.

Nú heitir Landsbókasavnið á almenningin um at hjálpa sær, tí tað er ikki so lætt at innheinta upplýsingar um føroyskar heimasíður, sum ikki hava eftirnavnið .fo.

- Heimasíður, ið ikki liggja á fo-navnaøkinum, eru nógvar, og vit dagføra javnan okkara yvirlit yvir hesar. Men vit vita ikki um allar. Tí ert tú vælkomin at fara inn á leinki niðanfyri og senda okkum eina fráboðan, um tú veitst um eina ella fleiri føroyskar heimasíður, ið ikki enda við .fo, sigur Landsbókasavnið.


Føroyskar heimasíður, sum ikki enda við .fo kunnu skrásetast HER

 

placeholder

Meira langlesnaður